Til feløgini og dómarar
Rundskriv DY 07 05.08
Dómarayvirlit
07/08
Víst verður til fylgjandi:
1. Heitt verður á felag, dómara og eygleiðara um strangliga at fylgja reglunum í
STEVNUNI 2008.
2. Fyri at flyta dyst, sum er ásettur í kappingarskipanini ella av kappingarnevndini
skal góðkenning frá kappingarstjóranum fyriliggja, semja skal
vera millum leikandi feløg og dómara um ætlaðu flyting, áðrenn skjalið um
flytan av dysti verður send FSF, att: Kappingarstjórin.
3. Dómari sum er settur at døma dyst, skal nýta góðkendar hjálpardómarar.
4. Umt kort verður givið í dysti, skal frágreiðing sendast saman við
dómaraseðlinum til FSF, víst verður til Grein36, stk. 1 í Kapp.reglunum fyri fótbólt.
5. Álagt verður dómara um at geva boð til eygleiðara, um nær og hvar hann skal
eygleiðast.
Mál: Dómarayvirlit DY 07/08
Við ítróttarkvøðu
FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA
Lassin Isaksen
Dómaraleiðari
|